- Spennandi heimur fingið sín minnisvarða

Ingi Samuelsen

03.10.2014 - 02:38

Tíðindi > List > Bókmentir

Grundgeingin fyri at lata Óla Olsen Virðisløn M. A. Jacobsen’s fyri yrkisbókmentir 2014:

Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir fer í ár til Óla Olsen fyri fyri bókina ”Siglandi arvurin – søgan um føroyskt træskipasmíð” frá 2013. Í grundgeving sínari sigur nevndin, at bókin er ein spennandi heimur at leita inn í – ein heimur, sum er horvin, men sum nú hevur fingið ein minnisvarða.

“At smíða skip var týðandi táttur í menningini av føroyska samfelagnum undanfarnu øldirnar. Í bókini greiðir Óli hegnisliga frá hesum sermerkta handverki, og træskipasmiðir kring alt landið verða lýstir á livandi hátt.”