Spennandi nýtt sjónbandalag frá Ranchus


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Steinar Patursson

11.08.2017 - 15:34

Mentan > Mentan > Tónleikur

Ranchus hevur í dag latið úr hondum nýtt sjónbandalag til sangin “Eat Silk”.

Talan er um eitt heldur serstakt sjónbandalag, tí at tað er fyri tað mesta animerað. Tað er trummuspælarin í Ranchus, Jónsvein Mikkelsen, ið sum hevur teknað animatiónirnar, og bólkurin sjálvur sigur, at tað hevur tikið honum fleiri mánaðir at koma á mál.

Hóast animatiónirar eru minimalistiskar, so er talan um eitt spennandi og fangandi sjónbandalag, ið uttan iva fer at økja um áhugan fyri sanginum.

Samstundis verður lagið eisini útgivið á vinyl singulplátu, sum frá í dag fæst til keyps í Tutl.

Hetta er fyrsta staklagið hjá bólkinum, síðani fløguútgávan ”Feeling Like A Caged Lion Pacing Behind One Way Glass” kom út í 2015.

Manningin í Ranchus er: Sigmund Zachariassen, Sjúrður Samuelsen, Ólavur á Skipagøtu og Jónsvein Mikkelsen.