Spenningur í Kollafirði

Innsent

18.07.2017 - 06:56

Ítróttur > Ítróttur > Huga ítróttur (talv/bridge osv.)

Indiska stjørnuskotið Srinath Narayanan er framvegis einsamallur á odda í altjóða talvkappingini Faroes Open í Kollafirði. Men favoritturin, Julio Granda Zuniga, úr Peru, er nú beint í hølunum á honum.

Srinath Narayanan, sum í 2005 vann heimsmeistaraheitið fyri telvarar undir 11 ár, telvaði í gjár móti føroyska stórmeistaranum Helga Dam Ziska. Talvið endaði javnt.

Verri gekst Høgna Egilstoft Nielsen móti Julio Granda Zuniga. Høgni hevur havt eina framúrskarandi kapping higartil, men í gjár varð hann blástur av borðinum. Sterki suðuramerikanarin, sum eisini hevur verið amerikanskur kontinentalmeistari, vann ógvuliga sannførandi, og veitti unga sandavágsmanninum fyrsta ósigurin í kappingini.

Eftir góða byrjan er stígur komin í hjá eldra sandavágsbróðrinum. Rógvi Egilstoft Nielsen, sum sunnudagin tapti fyri danska stórmeistaranum Jens Kristiansen, var fyri somu lagnu í gjár móti spanska stórmeistaranum Miguel Munoz, og er tí dragnaður eitt sindur í røðini.

Helgi Dam Ziska er ósigraður í kappingini. Hann hevur vunnið tvey og telvað hini fimm jøvn. Hann er í løtuni nummar fýra, og hevur telvað javnt móti teimum trimum, sum eru ovari enn hann í røðini eftir sjeynda umfar.

Tretivu telvarar eru við í Faroes Open. Teir fremstu tíggju eru hesir:

  1. IM Srinath Narayanan, India, 6 stig
  2. GM Julio Granda Zuniga, Peru, 5½
  3. GM Allan Stig Rasmussen, Danmark, 5
  4. GM Helgi Dam Ziska, Føroyar, 4½
  5. FM Høgni Egilstoft Nielsen, Føroyar, 4½
  6. GM Miguel Munoz, Spania, 4½
  7. GM Jens Kristiansen, Danmark, 4½
  8. IM Martin Haubro, Danmark, 4½
  9. 9. IM John Rødgård, Føroyar, 4½
  10. Sjúrður Thorsteinsson, Føroyar, 4 stig

Í áttanda umfari í dag telvar Helgi Dam Ziska móti Martin Haubro, og Høgni Egilstoft Nielsen móti Jens Kristiansen. Byrjað verður klokkan 14.

Kappingin endar í morgin.

Skrivað hevur: Suni Merkistein