(Mynd: Sverri Egholm)

Spenningur í Sambandsflokkinum

Sverri Egholm

09.12.2017 - 09:14

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

- Um Magni Laksáfoss nú fer at hjálpa samgonguni, skal hann koyrast úr Sambandsflokkinum.

Tað stóð á teldlinum hjá Heðini Mortensen, tingmanni fyri Javnaðarflokkin, sum hann vísti fyri Bjørn Kalsø, tingmanni fyri Sambandsflokkin, sum stóð á tingsins røðarapalli júst tá. Hetta var helst bara eitt lítið prik, men er ein relevantur spurningur í sambandi við íkomnu støðuna í Sambandsflokkinum.

Tí tað er lagt upp til drama, tí við at hjálpa samgonguni at fáa fiskivinnuskipanina ígjøgnum við aðru viðgerð í gjárkvøldið, gjørdi Magni Laksáfoss beint ímóti boðunum frá floksformanninum, Bárði á Steig Nielsen.

- Tað er eingin orsøk til at hjálpa samgonguni at koyra mál ígjøgnum, sum vit ikki taka undir við. Onkursvegna hevur hetta skalað tað álitið, sum er í millum okkum, segði Bárður á Steig Nielsen við Portalin eftir tingfundin og eftir at uppskotið hjá samgonguni varð samykt í gjárkvøldið.

Eisini høvdu lokalfeløg hjá Sambandsflokkinum í gjár heitt á floksleiðsluna um at fáa greiði á hesum, men tað eydnaðist ikki, tí Magni Laksáfoss rýmdi stillisliga úr tingsalinum beint áðrenn atkvøðugreiðsluna um uppskotið hjá samgonguni.

Les eisini: Triðja viðgerð verður helst týsdagin

Les eisini: Bárður Nielsen: - Hetta skalar álitið okkara millum

Les eisini: Magni Laksáfoss rýmdi úr tingsalinum