Spenningur til síðstu løtu: Sigmund víðari enn einaferð

Sverri Egholm

02.03.2018 - 21:04

Mentan > Tónleikur > Tónleikakappingar

Teð eydnaðist Sigmundi Tróndheim at koma víðari í X Factor uttan stórvegis trupulleikar. Nøvnini verða rópt upp eftir tilvildarligari rekkjufylgju, og hansara navn varð rópt upp allar síðst. Sostatt slapp hann undan vandabólkinum og harvið at syngja enn einaferð.

Danskur tónleikur er tema í kvøldsins sending, og Sigmund sang Grand Prix-klassikaran “Dansevise” hjá Grethe og Jørgen Ingmann, sum vann danska og altjóða Grand Prixið í 1963.

Hetta var annað umfar av beinleiðissendingunum av X Factor.