Sadio Mané (Savnsmynd: EPA)

Spenningur til tað síðsta á Turf Moor

Ari av Rana

01.01.2018 - 17:12

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tríggir dystir eru júst liðugt spældir í Premier League. Størsti spenningurin var á Turf Moor, har Burnley tók ímóti Liverpool.

Leingi sá út, sum um at einki mál fór at koma í dystinum. Fyrri hálvleikur var málleysur, og tað var ikki fyrrenn Sadio Mané bankaði bóltin í kassan í 61. minutti, at Liverpool legði seg á odda.

Burnley vísti tó hví teir eru fremst av teimum uttanfyri “tey stóru seks”, tá íslendingurin Johann Berg Gudmundsson tætt undir málinum skallaði bóltin í málið í 89. minutti.

Bæði liðini trýstu síðastu minuttirnar, og tað var Liverpool, sum megnaði at finna sigursmálið í 94. minutti, tá fríspark bleiv spælt víðari av Dejan Lovren til Ragnar Klavan, sum beint undir málinum fekk skalla bóltin í málið.

Leicester City hava spælt seg upp síðstu vikurnar, og vunnu teir í dag 3-0 á heimavølli á Huddersfield Town. Riyadh Mahrez legði Leicester á odda við einari flottari innara síðu setti bóltin í málið. Í 60. minutti økti Islam Slimani til 2-0, tá hann lobbaði bóltin uppum Huddersfield málmannin og í málið. Í síðsta minutti setti Marc Albrighton róliga bóltin í málið til endaligu støðuna 3-0.

Newcastle United vann 1-0 á útivølli á Stoke City. Einsamalla málið varð skorað í 73. minutti, tá Ayoze Perez beint frammanfyri málinum fekk sent bóltin í málið eftir flottum innleggi.

Dagsins síðsti dystur byrjar kl. 17:30, tá Manchester United er á vitjan hjá Everton.