Spenningur um 2. plássið og niðurflyting

Ari av Rana

05.03.2018 - 14:58

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Meðan einki ivamál er um at Manchester City fer at vinna Premier LEague hetta kappingarárið, so er stórur spenningur um hvør fer at enda nr. 2.

Sum støðan er nú liggur Liverpool nummar 2 við 60 stigum, Manchester United er nummar 3 við 59 stigum og Tottenham er nummar 4 við 58 stigum. Manchester United hevur spælt ein dyst færri enn hini liðini, og hava í kvøld møguleika at yvirhála Liverpool, tá teir fara á vitjan hjá Crystal Palace.

Crystal Palace er eisini í einum tøttum stríði, men tað er í hinum endanum av stigatalvuni. Felagið liggur nummar 18 og tí undir niðurflytingarstrikuni. Tó er felagið úr London við sínum 27 stigum bert trý stig aftanfyri Swansea City, sum er nr. 13.

Cyrstal Palace og Manchester United hava bæði stóran tørv á stigum í dag, og tí er lagt upp til ein spennandi dyst í Suðurlondon. Dysturin verður spældur kl. 20.