Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

Spentir at sleppa í gongd



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Føroyska Sjómansmissiónin

17.05.2018 - 17:00

Tíðindi >

Nýliga varð trolbátin Dýrindal keyptur til Klaksvíkar. Tveir av eigarunum vóru umborð tá sjómanstrúboðarin vitjaði í Klaksvík, har báturin verður riggaður til.

Ísakur Petersen, skipari og Tummas Anthoniussen, maskinmeistari siga, at ymiskt er at taka hond í og fáa at rigga áðrenn lagt verður frá landi, vónandi í komandi viku. Harafturat er nakað av papírsarbeiði í samband við keypið av bátinum.

- Ja, vit hava gott mót. Tað eru nógv ár síðani trolbátarnir hava gjørt tað so gott sum í ár, so tað gevur bæði mót og spenning, sigur Ísakur Petersen.

- Vit vera fýra mans við og koma at royna á Landleiðini um summarið og annars uttanfyri 12 fjórðingar aðrar tíðir av árinum, sigur hann.

Dýrindal er ein sokallaður 50 tons trolbátur, sum er bygdur í Íslandi í 2002, er 19,3 metrar langur og 4,9 metrar breiður. Motorurin er ein 431 Hk. Mitsubishi.