Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

Spildurnýggjur grønlendskur trolari á Fuglafirði


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Føroyska Sjómansmissiónin

10.01.2017 - 19:27

Tíðindi >

Á middegi kom nýbygdi grønlendski trolarin Svend C á Fuglafjørð. Hann er bygdur í Turkalandi og kemur beinleiðis haðani.

Svend C er 83,5 metrar langur og 17 metrar breiður. Motorurin er ein 9000 Hk. Wartsila. Trolarin er sera væl útgjørdur og hevur bæði rækju og –makrelverksmiðju og tað skal ongin umrigging til.

Frystiorkan er stór. Teir kunnu frysta uml. 100 tons av rækjum, og tá teir veiða makrel, kunnu teir frysta umleið 180 tons um samdøgrið.

Trolarin hevur tvær lastir, sum samanlagt taka umleið 700 tons. Allur fiskurin kemur at standa á plattum og harafturat hevur hann RVS kølitangar til pelagiska fiskin.

Skiparin Søren Mølgaard sigur, at hann roknar við, at teir verða millum 22 og 25 mans við, tá teir veiða rækjur og nakað fleiri, tá teir veiða makrel. Tvær manningar vera til skipið.

Tað er Sikuaq Trawl A/S í Nuuk, sum eigur Svend C. Umframt nýggja stásiliga skipið, eigur felagið eisini Reginu C og áttu Steffan C, men hava nú selt hann.

Svend C er óivað eitt av dýrastu fiskiskipum í Norðurlondum. Prísurin er 370 milliónir krónur. Hann hevði kostað væl meira, um hann varð bygdur í Skandinavia.

Svend C skal taka olju og veir í Fuglafirði, áðrenn hann fer til Havnar eftir trolútgerð frá Vónini.

Meira frá Føroysku Sjómansmissiónini her