Jóhan Martin Christiansen

SPOR í Norðurbryggjuni



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

18.05.2017 - 15:34

Mentan > List > Myndlist

Norðurbryggjan í Keypmannahavn fer komandi mánaðirnar at sýna framsýningina SPOR hjá føroyska listamanninum Jóhan Martin Christiansen.

Meginparturin av verkunum á framsýningini eru gjørd í Føroyum. Verkini hava eitthvørt ítøkiligt spor av tí tilfari, ið verkini eru stoypt í. Harumframt hava verkini eisini spor av tí náttúruumhvørvi, ið verkini eru stoypt í, sum er gras, greinar, mold, jarn og annað byggitilfar. Hóast tey minimalistisku verkini eru fjart frá teimum eyðkendu føroysku landslagsmálningunum, so eru verkini samstundis ein kvøða til føroysku náttúruna og siðbundnu listamentanina.

Jóhan Martin Christiansen arbeiðir tilvitað við at leggja tann ítøkiliga og samstundis stokkuta veruleikan í síni verk. Á henda hátt verður stoypingin av verkunum eitt brot úr flatuni á brúkta tilfarinum.

Á framsýningini á Norðurbryggjuni verða nøkur nýggj verk at síggja, ið Jóhan Martin Christiansen hevur gjørt á verkstaðnum í Keypmannahavn. Verkini eru eyðkend av tí serliga áhuga, sum Jóhan Martin Christiansen hevur fyri tí ávirkan, sum tilfarið hevur á yvirflatuna. Tað er týdningarmikið fyri Jóhan Martin Christiansen at skapa eina sansaliga yvirflatu, ið gevur áskoðaranum pláss fyri at hugleiða og tulka.

Jóhan Martin Christiansen er føddur og uppvaksin í Tórshavn. Hann hevur lokið útbúgving frá Lærda Listaháskúlanum í Malmø í 2014. Tey seinastu 10 árini hevur Jóhan Martin Christiansen búð Keypmannahavn, og í løtuni arbeiðir hann bæði í Keypmannahavn og Tórshavn.

Framsýningin í Keypmannahavn letur upp 20. mai og er opin til og við 20. august. Framsýningin er vorðin til í samstarvi við Listasavn Føroya.

Tíðindaskriv frá Norðurbryggjuni