Mynd: Sverri Egholm

Sporðdrekin hevði munin í FM-finaluni

Sverri Egholm

28.04.2018 - 15:49

Ítróttur > Ítróttur > Kurvabóltur

Sporðdrekin úr Havn hevði munin í FM-finaluni móti Ravni av Toftum í kurvabólti, sum varð leikt í høllini á Argjahamri seinnapartin.

Havnarliðið hevur verið besta liðið í kappingini í ár og hevur vunnið sjey dystir og bara tapt ein.

Síðstu løtuna í finaluni var tað okkurt sum bendi á, at Ravnur kundi koma aftur í dystinum, men tað eydnaðist teimum ongantíð, og tað var tí teir í Sporðdrekanum, sum kundu lyfta steypið

Úrslitið gjørdist 60-49.