Mynd: EPA

Spotify: Ikki allur tónleikur ókeypis longur


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Rakul Matras Absalonsen

04.04.2017 - 20:04

Mentan > Uttanlands > Annað

Ert tú ein av teimum, sum lurtar eftir tónleiki á Spotify?

Nú fer tað ikki longur at bera til at lurta eftir øllum tí nýggja tónleikinum á Spotify uttan at gjalda. Hetta skriva útlendskir miðlar.
Fyrr hevur borið til hjá øllum at lurta ókeypis eftir øllum sangum við reklamum ímillum sangirnar, men nú er hetta broytt. Nú skulu fólk gjalda fyri nýggju sangirnar hjá tónleikarum, sum hava avtalu við heimsins størsta plátufelag, Universal. Talan er millum annað um tónleikarar sum Ed Sheeran, One Direction, Katy Perry, Justin Bieber og Kanye West.
Sangirnir fara kortini bara at kosta tvær tær fyrstu vikurnar, eftir at sangirnir eru útkomnir.

Spotify hevur avtalað við heimsins størstu tónleikastroymitænastu, at teir einstøku tónleikararnir kunnu velja, um tey ynskja, at teirra tónleikur bert skal vera til tey, ið gjalda tað sokallaða Spotify Premium-gjaldið.
Møguliga er talan um tíð, áðrenn onnur plátufeløg fara at gera eina slíka avtalu, men í fyrstu syftu er tað bert Universal.