Spotify tekur frástøðu frá R. Kelly



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

11.05.2018 - 14:41

Mentan > Mentan > Tónleikur

Stóra stroymingartænastan Spotify hevur tikið avgerð um at taka heimskenda RnB’ sangaran R. Kelly av síni tænastu. Avgerðin er tikin eftir at R. Kelly í 24 ár hevur verið ákærdur fyri misnýtslu av kvinnum og fyri at eiga barnaporno.

R. Kelly hevði sína stórtíð í 90-árunum og fyrst í 0-unum, tá hann gav út sangir sum Ignition, Bump n- Grind og I Believe I Can Fly. Men nú verða hesir sangir ikki at hoyra á Spotify longur, sigur Spotify við New York Times.

R. Kelly hevur verið fyri fleiri ákærum, harímillum at verða bakmaðurin fyri einum sexkult, fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á ómyndig, og fyri at hava átt barnaporno.

Stroymingartænastan hevur innført nýggjan politikk, har arbeitt verður ímóti hatskum innihaldi og hatskum atburði. Nýggi politikkurin skal syrgja fyri, at einki innihald er á tænastuni, sum tosar fyri ella eggjar til álop á bólkar ella einstaklingar sum úrslit av teirra kyni ella kynssemi.

Nýggi politikkurin rakar ikki bert sangir á tænastuni, men eisini listafólk, og tí verður R. Kelly nú koyrdur av stroymingartænastuni.