(Mynd: Teitur Samuelsen)

Spreingja fyrsta pumpubrunnin eysturoyarmegin

Sverri Egholm

19.02.2018 - 16:45

Tíðindi >

Í síðstu viku vóru sprongdir í alt 98 metrar, umframt onnur arbeiðir sum eru gjørd. Íalt eru nú sprongdir 3.868 metrar av tunlinum.

Móti Rókini byrjaðu teir at spreingja tann fyrsta pumpubrunnin Eysturoyarmegin. Orsaka av hesum, er einki av sjálvum tunlinum sprongt. Móti Rókini eru tí framvegis sprongdir 185 metrar.

Men á Hvítanesi vórðu 55 metrar sprongdir. Eisini byrjaðu teir, at gera teir næstu umleið 500 metrarnar av vegabreytini inni í tunlinum. Tá teir eru gjørdir, síðst næstu viku, eru umleið 1.200 metrar av vegabreyt gjørdir.

Frá rundkoyringini í móti Hvítanesi vóru sprongdir 43 metrar. Har eru í alt sprongdir 196 metrar.