Sprotin: Soleiðis fært tú mest burturúr at sprota



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

11.03.2018 - 07:26

Mentan > Samfelag & Politikkur > Miðlar
Stjórin á Sprotanum boðaði týsdagin frá á heimasíðuni, at tey hava dagført vælumtóktu orðabókina. Ymsar tillagingar eru gjørdar, og her er eitt stutt yvirlit yvir, hvussu ein fær mest burturúr "at sprota".

- Fronsk-føroysk orðabók afturat
Hon er skipað eitt sindur øðrvísi enn hinar og hevur m.a. allýsingar av heimspekiligum hugtøkum umframt nógv góð dømi. Bókin er fyrst og fremst ætlað næmingum á miðnámsskúlum, men fer ætlandi skjótt at røkka langt út um karmarnar, ið settir eru um tað undirvísingarstigið.

- Nýggj alfrøðibók
Hin bókin er ein rættiliga nógv øðrvísi bók. Tað er ein alfrøði, Sprotin er farin undir at menna. Fyrstu 1000 myndirnar eru lagdar inn í fø-en, men tey varnaðust, at tey kundu gera tað arbeiðið fleiri ferðir áhugaverdari. Hugskotið hevur tí ment seg til eina alfrøði við myndum og ljóði og stundum video. Ætlanin er at byrja við fuglum, fiskum, dýrum og plantum. Fyribils er bara ein brotpartur lagdur inn, men tú kanst royna ALFR og skriva lomvigi.

- Nú ber til at leita eftir bendum føroyskum orðum
Javnstøða millum kynini hevur ongantíð verið í orðabókunum. Í siðbundnum orðabókum standa lýsingarorð í kallkyni hvørfall eintal. Lýsingarorð í kvennkyni við umljóði í vóru ikki leitorð. Soleiðis var pappírsbókin skipað, plássið varð spart so nógv sum til bar. Pappírsorðabókin er á veg í grøvina, og tær nýggju hava ikki hesa avmarking. Skalt tú leita eftir t.d. vøkur ella einum bendum navnorði t.d. kommununnar, leitar skipanin í bendingunum fyri ein.

- Dagsins orð og mynd
Í tveimum nýggjum teigum fara tey á Sprotanum hvønn dag at gjara út við einum sjaldsomum orði og einari forvitnisligari mynd, sum kann elva til prát. Hetta er ein háttur at varpa ljós á rár og áhugaverd orð, sum kunnu erta forvitnið.

- Sjónligari hagtøl
Nú Sprotin er vorðin eitt gerandisamboð hjá føroyingum, kann tað vera forvitnisligt at síggja, hvussu nógv hetta amboðið verður brúkt, hvussu nógvar leitingar, hvussu nógvir brúkarar, hvaðan leitað verður, nær mest verður leitað, hvørji orð fáa flest klikk o.s.fr. Nýtslan er so stór nú, at leitað verður stívliga 1 millión ferðir um mánaðin, og brúkararnir tátta nú í eina hálva millión.

- Send uppskot
Sprotin boðar frá, at tey vilja gera tað eyðsýniligt og vilja koma á tal við brúkararnar og heita tí á fólk um at senda góð uppskot og ískoyti inn til ymsu ritstjórarnar.

Í skipanini hjá Sprotanum eru 724.441 leitorð.