Harri Kane skorar til 2-0 (Mynd: EPA)

Spurs sigraðu í seinasta dysti á White Hart Lane

Ingi Samuelsen

14.05.2017 - 19:33

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tað var ein heilt serligur dystur, tá Tottenham Hotspurs í dag tóku ímóti Manchester United heima á White Hart Lane.

Hetta var nevn seinasti dysturin á leikvøllinum, sum hann nú sær út. Komandi kappingarár skal Tottenham spæla sínar heimadystir á Wembley-tjóðarvøllinum, og síðan er ætlanin at flyta innaftur á ein heilt umbygdan leikvøll.

Dysturin móti Manchester United í dag gjørdist eitt gott upplivilsi fyri vertirnar, sum vunnu 2-1, og harvið hevur Tottenham staðfest annaðplássið eftir Chelsea.

Victor Wanyama legði Spurs á odda í fyrra hálvleiki, og fáar minuttir inn í annan hálvleik økti Harry Kane um støðuna til 2-0, áðrenn Wayne Rooney í 71. minutti minkaði um støðuna til úrslitið 2-1.

Fyrr í dag vann Liverpool ein tryggan 4-0 sigur á West Ham. Daniel Sturridge legði Liverpool á odda í fyrra hálvleiki, og í øðrum øktu Philippe Coutinho við tveimu og Divock Origi um støðuna til úrslitið 4-0.

Støðan í oddinum er nú tann, at Chelsea liggur á odda við 87 stigum, Tottenham hevur 80, Liverpool 73 og Manchester City hevur 72 stig á fjóra og seinasta plássi, sum gevur atgongd til Champions League. Liverpool hevur spælt 37 dystir og hevur sostatt bert ein eftir at spæla. Hini mangla tveir dystir.

Á fimta og sætta plássi - Europa League-plássunum – liggja Arsenal og Manchester United við ávikavist 69 og 65 stigum og tveimum dystum eftir at spæla.