(Mynd: runavik.fo)

Sputnik úr Noregi á Seniorfestivalin í Runavík

Tíðindaskriv

26.03.2015 - 08:55

Tíðindi > Eldraøkið

Aftur í ár verður skipað fyri tónleikafestivali á røktarheimsøkinum í Runavík. Leygardagin 16. mei fer “Seniorfestivalurin - festivalurin fyri tey tilkomnu” av bakkastokki.

Umframt at fleiri av okkara bestu tónleikarum og bólkum luttaka, fær festivalurin í ár vitjan av norska bólkinum Sputnik, sum m.a. er kendur við slagaranum “La os leve for hver andre” og “Luk op din hjerte dør”.

Onnur, sum vera við á seniorfestivalinum eru Magni Christiansen, Signar í Homrum, Hans Jacob Hjelm og Alex og Kristina Bærentsen. Fleiri nøvn verða avdúkað í næstum!

Hendan dagin verður pallur og tvey telt sett upp á parkeringsøkinum omanfyri røktarheimið. Eisini verður Røktarheimið “opið” fyri festival gestum.

Sum orðið sigur, so er festivalurin ætlaður “seniorum”. Einki aldursmark er sett fyri festivalin, men hann er ætlaður teimum, ið “føla” seg at vera “seniorar”. Tó skal er festivalurin ikki ætlaður børnum og ungum!