Palestinski sendimaðurin í ST, Ryiad Mansour, klappar fyri úrslitinum av atkvøðugreiðsluni (Mynd: DR)

ST: Ísrael skal fordømast fyri mongu deyðsfallini í Gaza



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

14.06.2018 - 12:57

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Aðalfundurin í ST hevur við stórum meiriluta avgjørt at fordøma Ísrael fyri morðini á fleiri enn 120 fólkum í Gaza. Samstundis avvísir aðalfundurin einum uppskotið frá USA um at fordøma palestinsku rørsluni Hamas fyri morðini.

120 limir atkvøddu fyri at fordøma Ísrael, 8 atkvøddu ímóti, meðan 45 atkvøddu blankt. Við hesum fordømir ST tí “ógvusliga valdsnýtsluni” í Gaza móti sivilum palestinum.

Síðani endanum av mars eru fleiri enn 120 fólk dripin í ógvusligum samanbrestum millum ísraelskar hermenn og palestinsk mótmælisfólk, skrivar DR.



beint nú