(Mynd: landsverk.fo)

Staðarnevnanevndin sett av nýggjum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

23.12.2014 - 19:55

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Almenn umsiting

Landsstýrismaðurin við mentamálum, Bjørn Kalsø, hevur valt limir í Staðarnavnanevndina fyri tíðarskeiðið 1. januar 2015 til 31. desember 2019.

Hesi manna nevndina: Eivind Weyhe, lektari emeritus, mag. art. í føroyskum máli, Anfinnur Johansen, Lena Reinert, granskingarhjálpari, bachelor í føroyskum máli við staðarnøvnum sum starvsøki, hesi trý eru vald eftir tilmæli frá stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya, Kristin Magnussen, mag. Art, eftir tilmæli frá Málráðnum og Stein Fossá, deildarleiðari fyri kort og skráir, eftir tilmæli frá Umhvørvisstovuni

Nevndin skipar seg sjálv við formanni, sum skal vera eitt av umboðunum frá stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya.

Staðarnavnanevndin umsitur løggilding av staðarnøvnum og hevur avgerðarrætt í hesum sambandi. Uppgávurnar hjá nevndini fevna m.a. um áseting av formi og stavseting av staðarnøvnum í almennari nýtslu, eitt nú á kortum, skeltum og í skúlabókum. Staðarnavnanevndini virkar sambært reglugerð frá 6. juli 2010.