Stakk við knívi á gøtuni í Wien



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

08.03.2018 - 07:48

Tíðindi > Uttanlands > Brotsverk

Fleiri fólk skulu vera særd undir einum álopi við knívi mitt á gøtuni í eysturríkska høvuðsstaðnum, Wien. Tíðindasíðan heute.at skrivar, at ein maður stakk tilvildarlig fólk, ið komu framvið nærhendis kendu Prater lundini í býnum.

Sambært ORF og Kronen Zeitung er talan um eina familju upp á trý fólk. Kronen Zeitung skrivar, at talan er um eini hjún og 17 ára gamla dóttir teirra, sum vórðu álopin við einum felliknívi við eina japanska matstovu.

Løgreglan leitar framvegis eftir manninum.

Løgreglan í Wien skrivar á Twitter, at tríggir persónar eru særdir av knívsstungum í økinum við Praterstrasse klokkan 19.45, og stutt eftir var enn ein persónur stungin við Praterstern. Kannað verður nú, um samband er millum hendingarnar.

Onki verður sagt um nakað motiv. Óváttað tíðindi siga, at fýra persónar skeldaðust beint áðrenn hendingina, skrivar danska TV2.