Staksdagurin verður leygardagin

Tíðindaskriv

19.09.2017 - 12:33

Tíðindi > Seyðahald

Nú heystið stendur fyri durunum, fara menn aftur at hugsa um skurðin.

Leygardagin verður farið í Tjørnuvíksstakk eftir seyði, hetta er hátíðardagur í bygdini og samstundis er hetta byrjanin uppá heystfjøllini. Í ár eru 15 seyðir at taka, ein veðrur, seks ær og átta lomb.

Dagurin byrjar við, at farið verður frá bygdarhúsinum klokkan 7.30 leygarmorgunin. Vanliga eru vit aftur klokkan 13, og tá verður døgurði fyri fjallfólkinum í bygdarhúsinum.

Kostnaðurin fyri túrin er 100 krónur, tá er døgurðin í bygdarhúsinum íroknaður, hetta er eisini ein lutaseðil uppá eitt feskt tjógv av Stakkinum, lutaseðlarnir verða trektir undir uppboðssøluni.

Eftir døgurðan verða fýra lomb flett og síðan sundurlimað, hesi verða seld í stykkjum á uppboðssøluni, sum byrjar klokkan 17.

Um ein ætlar at keypa sær ein livandi seyð, er eisini møguleiki at fáa seyðin flettan, har eru fleiri menn, sum standa klárir at fletta eftir uppboðssøluna.

Bygdarhúsið skipar eisini fyri ymiskum, tombola er aftaná uppboðssøluna og seinni um kvøldið verður dansur í bygdarhúsinum.