Stanley tvær útgávukonsertir í dag og í morgin



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Elin Brimheim Heinesen

16.07.2013 - 15:41

Mentan > Tónleikur > Rútmiskur tónleikur

Í sambandi við, at nýggja fløgan hjá Stanley Samuelsen "Oktobir" er komin á marknaðin, spælir Stanley tvær konsertir, eina í dag og eina í morgin, saman við italska violinistinum Marco Santini. Tað er plátufelagið Tutl, sum gevur fløguna út.


Ein minni framførsla verður í plátuhandlinum hjá Tutl í Havn kl. 16 í dag. Hendan framførslan er ókeypis.

Sjálv útgávukonsertin verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í annakvøld, tann 17. juli, kl. 20, har upphiting verður við Jógvani Joensen. Atgongumerkini kosta 150 kr. og fáast til keyps frá Haraldsen og billet.fo.

Stanley Samuelsen býr í Keypmannhavn og hevur seinastu árini rættiliga gjørt vart við seg sum guitarvirtuosur, tónaskald, sangari og sangskrivari. Summi samanbera tónleikin hjá Stanley Samuelsen við tónleikin hjá øðrum kendum guitaristum, so sum Stephen Stills og John Renbourn.

Sjálvur byrjaði Stanley at spæla guitar sum 11 ára gamal. Fyrstu ferð, hann spældi á konsert, var í 1964 saman við einum tónleikabólki úr heimbygdini Fuglafirði. Síðani hevur Stanley spælt saman við nógvum ymiskum bólkum. Seinastu árini hevur tað serliga verið við bólkinum Trio Acoustica - ein bólkur við trimum guitaristum - sum hann enn spælir saman við.

Í 1990 valdi Stanley at savna seg um sína egnu tónlistarligu lívsleið sum einstaklingur, og síðani hevur hann givið út sjey fløgur, umframt hesa seinastu fløguna, ta áttandu, sum hann rópar "Oktobir", við yrkingum eftir J.H.O. Djurhuus.

Stanley framførir fegin síni egnu løg einsamallur, men honum dámar eisini væl at framføra løgini saman við streingjaljóðførum. Ofta spælir hann saman við øðrum, eins og í hesum førinum í plátuhandlinum Tutl í dag, har hann spælir saman við violinistinum Marco Santini, ið eisini er at hoyra á fløguni "Oktobir". Aðrar tíðir spælir Stanley saman við eini duett, kvartett ella einum heilum tónleikabólki, alt eftir hvat hóskar seg best til høvið.

Stanley ferðast nógv á konsertferðum, serliga í Norðurlondum og í Baltisku londunum, men hevur eisini havt fleiri konsertir ymsa aðrastaðni í Evropa, umframt í USA.

Stanley hevur fingið - og hevur verið tilnevndur fleiri prísir. Hann var tilnevndur ein Planet Award 2012 sum "Ársins einstaklingur" og tveir Danish Music Awards FOLK 2012 fyri "Ársins pallframførslu" og "Ársins lag". Hann fekk harumframt tónleikaprísir í Danmark og í Føroyum í 2008 og 1992.

Til ber at hoyra løg hjá Stanley á netinumher.