(Mynd: Teitur Samuelsen)

Startrøðin til Ódnartøkini á Bátastevnuni í Vestmanna leygardagin

Tíðindaskriv

19.05.2016 - 21:28

Ítróttur > Ítróttur > Kappróður

Triðja umfar í Ódnartøkum verður á Bátastevnuni í Vestmanna leygardagin 21. mai. Í alt hava 53 bátsmanningar luttikið í Ódnartøkunum í vár, og er hetta met.

Serliga eru tað dreingja manningarnar, sum eru nógvar í tali. Ì barnaróðrinum hjá dreingjum er yvirteknað. Bert 7 geilir eru og tí kunna bert 7 manningar luttaka í hvørjum róðri. Eisini í øðrum bólkum er stór luttøka. Millum annað eru seks 8-mannafør 
tilmeldað og tað eru nøkur ár síðani, at so nógv 8-mannafør hava luttikið í kappróðri.

Orsaka av tí stóru luttøkuni, verða róðrarnir eins og í hinum umførunum avgreiddir í trimum riðlum við trimum bátastøddum í hvørjum riðli. Hvør manning rør tríggjar ferðir eftir hvørja aðra. Væntandi taka teir 27 róðrarnir umleið tveir tímar at avgreiða.

Raðfylgjan er víst niðanfyri.

Riðil 1
Barnaróður dreingir
5. mannafør Kvinnur
6. Mannafør kvinnur

Riðil 2
Barnaróður Gentur
6. Mannafør menn
8. Mannafør

Riðil 3
5. Mannafør gentur
5. Mannafør dreingir
10. Mannafør

Hesar manningarnar hava melda seg til ódnartøkini:

Riðil 1

Barnaróður dreingir
12 Firvaldur
11 Sílið TS
10 Títtlingur
9 Jallurin
8 Drekin MB
7 Falkur
6 Ørnin

5. mannafør kvinnur
11 Frúgvin
10 Tekla
9 Teistin
8 Erla Kongsdóttir
7 Fípan Fagra
11 Frúgvin

6. mannafør kvinnur
11 Páll Fangi
10 Skúgvur
9 Rádni
8 Sølmundur
7 Lómur


Riðil 2

Barnaróður gentur
12 Silja
11 Erla Kongsdóttir
10 Pílur
9 Sílið
8 Fípan Fagra
7 Falkur

6. Mannafør menn
10 Fortuna
9 Hvessingur
8 Páll Fangi

8.Mannafør
12 Kvívíkingur
11 Miðvingur
10 Knørrur
9 Nevið Reyða
8 Gullbrandur
7 Argjabáturin


Riðil 3

5. Mannafør gentur
11 Sílið
10 Drekin
9 Firvaldur
8 Falkur
7 Báran

5. Mannafør dreingir
12 Frúgvin
11 Junkarin
10 Jallurin
9 Fípan Fagra
8 Kollur
7 Teistin

10. mannafør
10 Drekin Reyði
9 Eysturoyingur
8 Ormurin Langi