Starv sum deildarstjóri á vinnudeildini

Starv sum deildarstjóri á vinnudeildini

Uttanríkis- og vinnumálaráðið (UVMR) søkir eftir deildarstjóra til vinnudeildina.

Starvið
Deildarstjórin leiðir arbeiðið í vinnudeildini, sum m.a. fevnir um alimál, einkarætt, ferðavinnu, handilsmál, kappingarmál, útlendinga- og integrasjónsmál, jarðfrøði, oljumál, samskiftismál, sjóvinnumál, skapandi vinnur, tryggingarmál, veterinermál, vinnufeløg og vinnumál.

Vinnudeildin fyrireikar, fremur og hevur eftirlit við vinnumálum, sum sambært málsbýti løgmans eru løgd landsstýrismanninum í uttanríkis- og vinnumálum.

Deildarstjórin hevur tætt samband við stovnar og feløg, sum hoyra til Uttanríkis- og vinnumálaráðið. Hesi eru Vinnustovnurin, Brúkaraumboðið, Heilsufrøðiliga starvsstovan, Jarðfeingi, Sjóvinnustýrið og Rúsdrekkasøla landsins umframt P/F Føroya Tele, P/F Posta, P/F Atlantic Airways, P/F Fiskaaling og P/F Visit Faroe Islands.

Deildarstjórin er partur av leiðslutoyminum í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum.

Førleikakrøv
Kravt verður, at umsøkjari hevur:

• Kandidatútbúgving frá hægri lærustovni í búskaparfrøði, løgfrøði ella aðrari eins viðkomandi útbúgving,
• Gott innlit í føroysk vinnuviðurskifti, vinnupolitikk og vinnulóggávu,
• Góðan leiðsluførleika.

Persónlig førleikakrøv
Umráðandi er, at tann, ið settur verður

• hevur góð leiðslu- og samstarvsevni,
• hevur mennandi leiðslustíl,
• hevur viðkomandi arbeiðs- og leiðsluroyndir,
• hevur gott strategiskt skil og dugir at íverkseta strategisk arbeiði,
• hevur góðar samskiftisførleikar, bæði munnliga og skrivliga í føroyskum, donskum og enskum,
• hevur holla vitan um vinnu og vinnulóggávu,
• hevur politiskt tev,
• er tænastusinnaður og fleksibul, miðvísur og dugir at arbeiða sjálvstøðugt.

Løn og setanarroyndir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.

Starvið verður lønt í 37. lønarflokki hjá Tænastumannafelag Landsins, men uttan at vera tænastumannastarv. Harumframt verður eftirløn veitt.

Setanarøkið fevnir um Uttanríkis- og vinnumálaráðið, stovnar undir ráðnum umframt onnur stjórnarráð.

Nærri kunning um starvið
Umsøkjarar eru vælkomnir at venda sær til Herálv Joensen, aðalstjóra, á telefon 556090 at fáa nærri upplýsingar.

Umsóknir
Umsóknir við prógvum, lívsrensli o.ø. skulu vera Uttanríkis- og vinnumálaráðnum í hendi í seinasta lagi 3. august 2018 kl. 12:00. Starvið verður sett skjótast møguligt.

Umsóknir kunnu sendast til:

Uttanríkis- og vinnumálaráðið
Postrúm 377
Gongin 7
110 Tórshavn

ella við telduposti til [email protected]