Starv sum deildarstjóri í uttanríkistænastuni

Starv sum deildarstjóri í uttanríkistænastuni

Uttanríkis- og vinnumálaráðið (UVMR) søkir eftir deildarstjóra til uttanríkistænastuna.

Starvið
Deildarstjórin leiðir arbeiðið í uttanríkistænastuni.

Uttanríkistænastan tekur sær av uttanlandsmálum so sum handilsviðurskiftum, trygdarmálum, altjóða lóg, havrætti, umsiting av altjóða sáttmálum m.a. viðvíkjandi mannarættindum, millumlandasamstarvi um havtilfeingi og burðardygga menning, norðurlendskum og arktiskum samstarvi, menningarsamstarvi, útflutningsframa og konsularviðurskiftum.

Harafturat varðar uttanríkistænastan av limaskapum í fleir- og millumtjóðafelagsskapum sum IMO, FAO, UNESCO, Arktiska Ráðnum umframt veiðifelagsskapum sum NEAFC, NAFO, NASCO, IWC, NAMMCO og Arktiska Ráðnum.

Uttanríkistænastan veitir harumframt øðrum aðalráðum stuðul í altjóðarættarligum málum og protokollmálum.

Umframt at leiða arbeiðið í heimatænastuni, skipar deildarstjórin arbeiðið mótvegis sendistovum Føroya í Keypmannahavn, Brússel, London, Reykjavík og Moskva.

Deildarstjórin er partur av leiðslutoyminum í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum.

Førleikakrøv
Kravt verður, at umsøkjari hevur:

• Kandidatútbúgving frá hægri lærustovni í løgfrøði, búskaparfrøði, samfelagsfrøði ella aðrari eins viðkomandi útbúgving,
• Gott innlit í uttanríkisviðurskifti Føroya,
• Góðan leiðsluførleika.

Persónlig førleikakrøv
Umráðandi er, at tann, ið settur verður

• hevur góð leiðslu- og samstarvsevni,
• hevur mennandi leiðslustíl,
• hevur viðkomandi arbeiðs- og leiðsluroyndir,
• hevur gott strategiskt skil og evni at skipa tilgongdir, ið kunnu taka sera drúgva tíð,
• hevur góðar samskiftisførleikar, bæði munnliga og skrivliga í føroyskum, donskum og enskum,
• hevur royndir við altjóða samráðingum,
• hevur politiskt tev,
• er tænastusinnaður og fleksibul, miðvísur og dugir at arbeiða sjálvstøðugt.

Løn og setanarroyndir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.

Starvið verður lønt í 37. lønarflokki hjá Tænastumannafelag Landsins, men uttan at vera tænastumannastarv. Harumframt verður eftirløn veitt.

Setanarøkið fevnir um Uttanríkis- og vinnumálaráðið, stovnar undir ráðnum umframt onnur stjórnarráð.

Nærri kunning um starvið
Umsøkjarar eru vælkomnir at venda sær til Herálv Joensen, aðalstjóra, á telefon 556090 at fáa nærri upplýsingar.

Umsóknir
Umsóknir við prógvum, lívsrensli o.ø. skulu vera Uttanríkis- og vinnumálaráðnum í hendi í seinasta lagi 3. august 2018 kl. 12:00. Starvið verður sett skjótast møguligt.

Umsóknir kunnu sendast til:

Uttanríkis- og vinnumálaráðið
Postrúm 377
Gongin 7
110 Tórshavn

ella við telduposti til [email protected]