Starvsfólk hjá Mossack Fonseca handtikið

Steinar Patursson

15.06.2016 - 21:57

Tíðindi > Uttanlands > Annað

Sveisiskir myndugleikar hava handtikið eitt starvsfólk hjá Mossack Fonseca, panamanska felagið ið var miðdepil ið Panama skjølunum.

Sveisiska Le Temps hevur boðað frá, at starvsfólkið er undir illgruna fyri at hava útlutað eina ørgrynnu av skjølum, ið vóru í trúnaði.

Talan kann sostatt vera um kelduna til stóra Panama lekan.

Tá gølan av fyrstani tíð kom fram, vóru boðini, at tað vóru teldusnýkar, ið høvdu fingið fatur á skjølunum. Umboð fyri Mossack Fonseca vóru tó skjót at boða frá, at talan var um ein innanhýsis leka.

Skrivstovan hjá Mossack Fonseca í Geneve er rannsakað í sambandi við nýggju handtøkuna, men starvsfólkið, ið er handtikið, sigur seg vera ósekt í øllum ákærunum, ið millum annað eru at útluta skjøl, ið eru vard av trúnaði og at fáa sær óheimilaða atgongd til KT kervið hjá felagnum.

Tað var ICIJ, eitt altjóða samstarv millum journalistar, ið á fyrstani tíð kunngjørdi Panama lekan, ið vísti hvussu heimsins ríkastu og valdmiklastu nýttu skattaskjól í Karibia.

Lekin innihelt um 11,5 milliónir skjøl, og fleiri enn 214,000 feløg vórðu nevnd í teimum.