(Mynd: Sverri Egholm)

Starvsmannafelagið sendir ikki øll í samhugaverkfall

Ingi Samuelsen

12.01.2018 - 13:18

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Arbeiðsmarknaður

Tað eru ikki allir limirnir, sum landsins størsta fakfelag, Starvsmannafelagið, sendir í verkfall mánadagin.

Í fráboðanini, sum Súni Selfoss, formaður, handaði Kristinu Háfoss á middegi verður greitt nærri frá, hvørji tey starvsfólk, sum arbeiða undir landinum, fara í verkfall.

24 tíma samhugaverkfallið er galdandi fyri hesar stovnar:

  • Almannamálaráðið (bert aðalráðið sjálvt)
  • Almannaverkið
  • Dugni
  • Fíggjarmálaráðið (bert aðalráðið sjálvt)
  • Fiskimálaráðið
  • Heilsu- og Innlendismálaráðið
  • Heilsufrøðiliga Starvsstova – bert eftirlitisfólkini
  • Løgmansskrivstovan (bert aðalráðið sjálvt)
  • Føroya Løgting
  • Mentamálaráðið (bert aðalráðið sjálvt)
  • Samferðslumálaráðið (bert aðalráðið sjálvt)
  • Skúlin á Trøðni
  • Strandferðslan – bert siglandi fólkið
  • Uttanríkis- og Vinnumálaráðið (bert aðalráðið sjálvt)

Verkfallið er galdandi frá klokkan 7 mánamorgunin til týsmorgunin klokkan 7.

Eisini Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF, hevur fingið líknandi fráboðan, og henda fráboðan er galdandi fyri allar limir Starvsmannafelagsins, sum hava sáttmála við KAF.

Talan er um áleið 700 starvsfólk, sum fara í verkfall mánadagin, upplýsir Súni Selfoss.

(broytt kl. 16.03)