Statoil ætlar ikki at gevast við oljuleiting í Arktis



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

01.11.2017 - 14:29

Oljan >


Hóast seinastu úrslitini av tilsamans fimm boringum í Arktis og hóast stóra mótstøðu frá umhvørvisfelagsskapum oø. ætlar norska oljufelagið Statoil ikki at gevast við leitingini í hesum stóra økinum. Tað skrivar Financial Times.

Eldar Sætre, sum júst hevur avgjørt at halda fram sum stjóri í Statoil, hóast hann kundi verið farin frá við pensión, sigur, at Statoil kennir eina ábyrgd sum størsta oljufelagið í Norra og sum eitt oljufelag, sum norski staturin lutvíst eigur, at halda lív í leitingini í Barentshavinum og Arktis sum heild. Tað ræður um at vera tolin, tá tað kemur til at leita í nýggjum økjum, og Statoil fer at venda aftur til økið næsta ár við bjartskygni og realismu.

Statoil fann onga olju í tí týðandi leitimiðinum í Arktis í ár, nevnt Korpsfjell, sum liggur í einum nýggjum øki nær russiska markinum.

“Alt hetta snýr seg um at hava tol og arbeiða uppá longri sikt. Vit fara at bora aftur í næsta ár og tað verður eisini spennandi, hóast vit enn ikki hava gjørt stór framstig.”

Statoil vendi aftur til Barentshavið í ár eftir ein steðg í trý ár, nú tað ikki gekk so væl heldur árini frammanundan. Øll oljufeløgini stríðast framvegis við at skilja jarðfrøðina í økinum, sum liggur beint norðan fyri norsku strondina. Økið her er sera væl atkomiligt við ongum ísi og góðum veðri. Men tað er greitt, at oljufeløg møta stórari mótstøðu frá umhvørvisfólki. Greenpeace hevur lagt sak móti avgerðini hjá norsku stjórnini at loyva leitiboringum í Arktis og sigur, at hetta stríðir ímóti norsku grundlógini.

Eldar Sætre sigur, at tað tók meira enn 30 brunnar at finna fyrstu lønandi fundini í Norðsjónum. Fund eru gjørd í Barentshavinum men einki heilt stórt. Statoil vónar at kunna taka eina íløguavgerð í útbygging av Johan Castberg fundinum í Barentshavinum seinni í ár. Einasta oljukeldan, sum framleiðir í Barentshavinum er Goliat hjá italska oljufelagnum ENI. Men tað hevur verið plágað av nógvum trupulleikum og hevur norski myndugleikin við fleiri høvi kravt, at framleiðlsan verður steðgað vegna trygdina.

Fyrsta leitingin í Barentshavinum fór fram í 80-unum, og tá rýmdu oljufeløgini skjótt aftur. Tað vórðu boraðir 90 brunnar, áðrenn rakt varð við kolvetni har. “Hetta er framvegis eitt jomfrúligt øki og enn eru vit komin stutt. Nú hava vit so júst latið upp fyri enn einum nýggjum øki og vilja vit hava meira vita, eitt nú um gass er har. Skilja vit goymslurnar nóg væl ol. sigur stjórin í Statoil.

Tað eru tó summir analytikarar, sum seta stórt spurnartekin við oljuframtíðina í Arktis. Eitt nú sigur Thina Saltvedt frá Nordea, at hon ivast stórliga í, um tað fer at løna seg at fáa olju og gass upp í Arktis í framtíðini orsakað av minkandi eftirspurninginum, sum fer at gera onnur bíligari øki kring heimin, har framleiðslukostnaðurin verður nógv lægri, meira áhugaverd.

Ein av trupulleikunum í Barentshavinum er somuleiðis tørvurin á infrastrukturi.

Kelda Financial Times