Framleiðsluskip, sum nú skal byggjast til Johan Castberg útbyggingina í Barentshavinum. Tekning Sysla.

Statoil megnað at minka útreiðslurnar við tveimum triðingum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

12.11.2017 - 14:14

Oljan >


Norska oljufelagið Statoil hevur megnað at trýsta útreiðslurstøðið niðureftir, soleiðis at tað í dag er heilar tveir triðingar minni enn tað var fyri fáum árum síðani. Hetta merkir, at oljufelagið megnar at fáa lønsemi í sínar verktælanir við einum oljuprísi uppá 27 dollarar fyri tunnuna. Hetta kravið var í 2013 uppi á 70 dollarum.Hetta skrivar norski miðilin Sysla.

Statoil hevur í royndunum at fáa eitt betri úrslit gjørt sær stóran ómak við at minka um útreiðslurnar sigur Torger Rød hjá Statoil. Tá ”breakeven” prísurin í 2013 var uppi á 70 dollarum fyri tunnuna setti leiðslan sær fyri at fáa prísin fyri lønsemi niður á 40 dollarar. Nú gjørt verður upp fyri triðja ársfjórðing vísa tølini, at tað hevur eydnast at koma heilt niður á 27 dollarar í meðal fyri lønsemi í teimum ymsu verkætlanunum Statoil er partur av. Onkrar av verkætlanunum koma entá longur niður so sum Oseberg Vestflanken 2, sum hevur ein breakeven prís uppá niðanfyri 20 dollarar. Fleiri orsøkir eru til, at hetta hevur eydnast so væl. Ein er samstarv og ein onnur innovatión, tvs. nýhugsan m.a. í sambandi við, hvussu ein boripallur skal innrættast.

Royndirnar hjá Statoil at minka um útreiðslustøðið, sum tóku seg upp í kjalarvørrinum á príslækkingini í 2014, hava havt stóra ávirkan á fleiri verkætlanir eisini og á leiting. Stóra útbyggingin av Johan Castberg fundinum í Barentshavinum, sum varð løgd á hillina eftir bráddligu príslækkingina í 2014, varð tikin framaftur nøkur ár seinni og megnaðu Statoil fólkini at lækka útreiðslurnar við meira enn eini helvt. Nú er henda verkætlanin komin so mikið langt, at framleiðsluskip verður bygt. Aðrar avleiðingar av lækkingini av kostnaðarstøðinum eru m.a., at Statoil er farið undir aftur at leita eftir olju og gassi, har lági prísurin fyri árum síðani varð við til at steðga leiting nógva staðni.