Statoil økir leiting við 40%



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

27.02.2018 - 17:58

Oljan >


Norski oljurisin Statoil fer at økja íløgurnar til leiting í 2018 við meira enn 40%. Leitingin fevnir um øki heilt frá Brasilia har suðuri til Barentshavið fyri norðan.

Hóast Statoil hevur staðið seg væl í bæði framleiðslu og øking av sínum goymslum, so hevur felagið onga ætlan um at steðga á við leitingini í 2018. Felagið noyðist eisini at finna meira olju og gass, um man ikki skal brúka av nettogoymslunum. Seinastu trý árini hevur felagið tó framleitt meira enn tað hevur funnið av nýggjari olju og gassi. Felagið noyðist tí  at gera nýggj fund eisini. Felagið fer í 2018 at brúka 12 mia.kr. uppá leiting og bora einar 40 brunnar. Umleið 25-30 av teimum skulu borast á norska landgrunninum. 

Hóast Statoil ikki var so heppið við boringunum í Barentshavinum í fjør, so ætlar felagið ikki at sleppa leitingini har, tvørturímóti fer felagið nú at bora aftur á Korpfjell leiðini har eysturi í Barentshavinum, har fyrsta boringin í fjør var eitt stórt vónbrot. Hesin strukturin er nevniliga ógvuliga stórur og vóru vónirnar eisini stórar til at gera eitt fund. Nú ætlar felagið at fara djúpri við borinum.