Stjórin í Equinor, Eldar Sætre kunnger nýggja navnið, sum kemur ístaðin fyri Statoil. Kelda: E24.no

Statoil verður til Equinor



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

16.05.2018 - 12:43

Oljan >

Statoil navnið er farið í søguna. Tað hendir í dag, nú leiðslan í felagnum hevur gjørt av at broyta navnið á felagnum til Equinor. Hetta er fyri at fylgja við tíðini, har størri og størri dentur verður lagdur á at framleiða varandi orku. Kortini fer felagið at halda fram sum eitt olju- og gassfelag.

“Vit eru eitt felag, sum bæði framleiðir olju og gass og varandi orku og sum hevur sum mál at minka um CO2 útlátið. Hetta hava vit megnað í stóran mun við okkara tøkniligu menning,” sigur stjórin í Equinor, Eldar Sætre við Bloomberg.

Hann vísir á, at Equinor fer at økja um íløgurnar í varandi orku úr verandi 5% í dag til 20% í 2030. Hóast felagið við hesi navnabroyting sigur frá, at tað fer at brúka meira orku uppá at menna grønu orkuna, so fer felagið framhaldandi at leita eftir og framleiða olju og gass. Tað staðfestir, at heimurin fer at hava tørv á olju og gassi í mong mong ár aftrat.

Norski staturin eigur 67% av Equinor og hevur norska Stórtingið tikið undir við uppskotinum til navnabroyting, nú tað eisini raðfestir varandi orku hægri.