Mynd: Jens Kr. Vang

Status Quo á Tórsvølli

Niels Petersen

04.09.2015 - 19:45

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Eftir eina trilvandi byrjan uppá dystin, hava vertirnir reist seg, og eru komnir uppá javnt. Men longi sá tað ikki so pent út hjá føroysku leikarunum. Norður Írland legði fyri við einum øðiligum trýsti, og eftir nakrar miseydnaðar innleggsroyndir, eydnaðist tað teimum at fáa hol á. Málskjúttin var, eins og í seinasta dysti landanna millum, Gareth McAuley.

Føroyar reistu seg, sum kunnugt, og fingu pressað seg longur fram eftir vøllinum. Sostatt fingu vertirnir spælt við størri tryggleika á miðjum vølli, og tað var við til at geva okkum eitt yvirskot, sum so endaði við, at Sonni Ragnar Nattestad fekk bart seg til bóltin inni í feltinum, eftir innlegg, og hansara neyva sending fann tærnar á Jóan Símun Edmundsson, sum var ísakaldur, og snýtti málverjan, við einum snildum og hørðum lobbi. 1-1, og so er alt víðopið undan seinna hálvleiki.