Mynd: Daily Mail

Status Quo-ari deyður



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jens Hákun Leo

24.12.2016 - 20:11

Mentan > Mentan > Tónleikur

Rockstjørnan og Status Quo gittarspælarin Rick Parfitt andaðist í dag í einum sjúkrahúsi í Marbella har suðuri í Spania, 68 ára gamal.

Hetta vita fleiri altjóða miðlar at siga í dag.

Parfitt hevur roynt at koma fyri seg aftur eftir ein hjartasteðg í juni í ár, men mátti fyrr í dag geva skarvin yvir á síðsta sinni, hetta eftir at hann hóskvøldið varð innlagdur sum ein fylgja av pínu, hann hevði í sambandi við ein gamlan akslaskaða.

Parfitt livdi í sínum yngru rock n roll døgum eitt hart lív við alkohol- og rúsevnismisnýtslu og hevur ímillum ár og dag havt tríggjar hjartasteðgir. Harav fekk hann tann síðsta av teimum í juni í ár, tá ið hann spældi til eina konsert í Antalya í Turklandi, og tá ið hann mátti fara aftur til hotellkamarið hjá sær, av tí at hann kendi seg illa til passar.

Eftir hetta gavst hann við at ferðast runt við hinum í Status Quo, sum um hetta mundið vóru á einari konsertferð.

Ein av teimum kendastu tónleikaframførslunum hjá Parfitt var, tá ið hann, saman við hinum limunum í Status Quo, tann 13. juli 1985 setti ta 16-tímar longu Live-Aid konsertina á Gamla Wembley í gongd. Hendan konsertin varð send út til allan heimin. 

Sí videobrot omanfyri frá, tá Status Quo var á pallinum á Wembley til Live Aid í 1985 (Parfitt er í ljósareyðari skjúrtu í videobrotinum, red).

Status Quo hevur uppruna sín í London í Onglandi tíðliga í 1960-unum, og hevur Parfitt verið knýttur at bólkinum síðan 1964. Status Quo-navnið varð tikið í nýtslu í 1967 (1969 fall ”The” í navninum burtur).