Mynd: BIM

Steðga risaalibrúki - írar gera avmarkingar í stødd á alibrúkum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jógvan Hugo Gardar

01.01.2016 - 09:34

>

Írska fiskivinnustýrið, Bord Iascaigh Mhara (BIM) almannakunngjørdi beint fyri jól at tey steðga eini stórari aliætlan í Galway. Ætlanin, sum var at leggja út eitt alibrúk sum kundi framleiða 15.000 tons av laksi um árið, hevur møtt harðari mótstøðu frá felagsskapum sum eru ímóti at Írland skal byggja út alivinnuna.

BIM hevur sjálvt staðið á odda fyri menningini av hesi stóru ætlanini, men sambært The Irish Independent er avgerð tikin um at steðga við arbeiðnum.

Orsøkin til at ætlanin verður løgd í skuffuna nú, umframt mótstøðuna, er at írskir myndugkeikar ynskja at alibrúk skulu vera minni framyvir.

Í samrøðu við The Irish Independen, sigur Billy Smith, ið umboðar Galway Bay against Salmon Cages, at tey eru nøgd við at myndugleikarnir steðga hesi ætlanini. Hann lovar at tey fara at halda fram við stríðnum, eisini um myndugleikarnir fara at umhugsa minni alibrúk í Galway.

Í føroyskum miðlum og í føroyska alikjakinum hevur verið nevnt at tað er Marine Harvest sum stendur aftanfyri Galway-ætlanina. Hetta afturvísur Marine Harvest Group.

- Vit hava einki við hesa ætlanina at gera. Hetta er ein statlig ætlan sum nú er steðga, sigur kunningarstjórin hjá Marine Harvest Group, Ole Helge Hjetland, í stuttari viðmerking til Fiskur.fo.