Steinbjørn Hardlei

Steinbjørn Hardlei fyribilsstjóri á Handilsskúlanum

Steinar Patursson

13.10.2015 - 12:23

Tíðindi > Mentan > Uppaling & skúlaskapur

Nú Helena Dam á Neystabø er farin í tingið, hevur hon biðið um farloyvi frá stjórastarvinum á Føroya Handilsskúla.

Ein setanarnevnd undir leiðslu av Boga Bech Jensen, rektara fyri Marknagilsdepilin, hevur tí gjørt av at seta Steinbjørn Hardlei sum fyribilsstjóra á handilsskúlanum frá 16. oktober 2015 til 1. januar 2017.

Steinbjørn Hardlei er útbúgvin cand. oecon í virkisbúskapi við serligum denti á strategi, starvsfólka- og broytingarleiðslu. Hann hevur harumframt tikið altjóða leiðaraútbúgving innan broytingarleiðslu við denti á virkissálarfrøði og fyriskipan.

Umframt at hava ábyrgd av dagliga rakstrinum, fíggjarviðurskiftum stovnsins, námsfrøðini, starvsfólkum v.m. á Føroya Handilsskúla, skal stjórin, sum partur av leiðslutoyminum á Marknagilsdeplinum, vera við til at fyrireika og leggja til rættis samanleggingina av Føroya Handilsskúla, Tekniska Skúla og Føroya Studentaskúla.