Hvalur nummar 30. Mynd: Sea Shepherd

Steintór Debes: Hvalur nummar 30 er skitið spæl frá Sea Shepherd



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Steinar Patursson

02.10.2015 - 09:04

Tíðindi > Heilsa & Umhvørvi > Umhvørvi & umhvørvisfelagskapir

Sea Shepherd vildi herfyri vera við, at grindahvalurin, ið tey funnu á sjónum, var greitt prógv um, at føroyingar skoyta ikki um grind, men heldur drepa bert fyri at drepa.

Men Steintór Debes av Oyri er ikki í iva: Her er skitið spæl frá Sea Shepherd.

Steintór Debes sigur, at tað framgongur greitt av myndaupptøkunum, at hvalur nummar 30, ið hvalurin, ið Sea Shepherd fann á sjónum, er sjúkur.

Sea Shepherd hevði fingið fatur í upptøku frá tá skorið varð upp í Havn, og har verður hvalur nummar 30 filmaður.

Steintór Debes vísir til sárini, ið eru at síggja á hvalinum, og sigur, at har eru snúltarar og svullar á hvalinum, og tað er tí, at hann er koyrdur burtur. Á upptøkunum síggjast ymisk sár um allan hvalin.

- Sárini eru heilt sikkurt sjúkueyðkenni, sigur Steintór Debes, og ivast ikki í, at tað er tí, at hvalurin er koyrdur burtur.

Men tað, ið Steintór heldur vera meira illgrunavert, er tað, at Sea Shepherd brádliga finnur sama hval, ið áður er vorðin filmaður, á sjónum aftur góðar tveir mánaðar seinni.

Sambært Steintóri er lætt at ímynda sær, hvat ið er hent.

Sea Shepherd hava hildið eyga við bátunum, ið hava sleipað uppskornu hvalirnar - teirra millum hval nummar 30 - til havs. Har kunnu teir hava sent ein kavara til botns, ið hevur bundið ein enda um kúluna, fyri soleiðis at toga hval nummar 30 leysan frá hinum hvalunum, soleiðis at teir kundu kvetta togið, ið er fest um sveivið.

Síðani er lætt at leggja hvalin eitthvørt stað at rotna, fyri soleiðis at hála hann upp aftur at vísa alheiminum sum prógv fyri, at føroyingar skoyta ikki um hvalin.

Steintór Debes vil eisini vera við, at til at síggja á myndunum, sum Sea Shepherd hevur lagt út, so líkist togið, ið er bundið um kúluna, ikki togverki, ið vit vanliga brúka í Føroyum, og tú er hugsandi, at tað er bundið um hvalin aftaná at føroyingar hava tveitt hann burtur.

Eitt er so heilt vist, heldur Steintór. At Sea Shepherd brádliga skal finna sama hval, ið tveir mánaðar undan varð væl og virðiliga filmaður, er rættiliga ótrúligt.

Sí myndir frá upptøkuni, har Steintór Debes hevur víst á snúltararnar og sjúkueyðkenni á hvali nr. 30 niðanfyri.