Stephen Hawking saman við dóttrini, Lucy (Savnsmynd: EPA)

Stephen Hawking hevur givið upp andan



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

14.03.2018 - 06:45

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Gransking

Bretski kjarnorkualifrøðingurin og professarin, Stephen Hawking er deyður, 76 ára gamal. Tað upplýsir ein talsmaðuri fyri familjuns, sambært fleiri altjóða miðlum.

Hawking, sum av mongum varð skýrdur heimsins klókasta menniskja, livdi sostatt tríggjar ferðir longur enn læknarnir góvu honum, tá hann fekk staðfest sjúkuna amytrofisk lateral sklerose, eisini kallað ALS.

Hann var bert 21 ára gamal, tá hann varð raktur av sjáldsomu sjúkini, sum spakuliga brýtur niður gøgnini í kroppinum og at enda andadráttin, so at ein doyr.

Læknarnir góvu Stephan Hawking tvey ár, men hann var nýforelskaður og treiskur. Hann vildi ikki doyggja.

Tí avgjørdu hann og táverandi kona hansara at stríðast. Tey fingu trý børn, og hon ansaði bæði teimum og Stephan, tá kroppurin gav yvir fyri sjúkuni. Í 1970 var hann lamin frá hálsinum og niður, og mátti setast í koyristól.

Tað vóru ikki bert armar og beinini, ið mistu styrkina – tað gjørdi røddin eisini. Spakuliga fekk hann truplari við at tosa, so familjan mátti yvirseta.

Í 1985 varð Hawking raktur av lungnabruna, sum gjørdi, at læknarnir máttu skera hol í hálsin til andadráttin. Harvið hevði Stephen Hawking eisini sagt sítt seinasta orð.

Ein maskina, ið varð sett til andlit hansara kundi tó staðfesta rørslurnar í kjalkavøddunum og týða tær til orð við kendu tólmennisrøddini, sum Hawking síðan hevur brúkt til at fortelja um sítt granskingarøki, nevniliga svørt hol. Eitt undur, hóast tað kundi taka upp í tíggju minuttir at orða ein setning.

Hawking hevur skrivað fleiri vælumtóktar bøkur og barnabøkur um rúmdina saman við dóttir síni, Lucy. Eisini er lív hansara lýst í oscarvinnandi filminum ”The Theory of Everything”.

Heitið á filminum sipar til ótroyttiligu royndir Hawkings at sameina relativitetsástøðið og kvantutøkni – og harvið tað størsta og minsta í alheiminum – í eitt samlað ástøði, ið kallast ’ástøðið um alt’.

Loyndarfullu svørtu holini í alheiminum vóru í nógv ár kjarnuførleikin hjá Hawking, og í seinastu verkætlan síni setti hann sær fyri at granska lív í rúmdini.

Kelda: Ritzau