Mynd: EPA

Sterkt come-back frá Wozniacki

Steinar Patursson

09.07.2017 - 16:16

Ítróttur > Ítróttur > Tennis

Hóast Caroline Wozniacki var bert tvær servur frá at verða sligin út úr triðja umfari í Wimbledon í gjár, so megnaði hon at gera eitt rimmar come-back og vann dystin móti estisku Anett Kontaveit 3-6 7-6 6-2.

Eftir at hava vunnið fyrsta sett 3-6 var Kontaveit á odda 4-5 í settum og 30-0 í egnari servu. Sostatt var hon einans tvey stig frá at spæla seg víðari til fjórða umfar, og líkt var til, at Wozniacki skuldi heim.

Men Wozniacki helt høvdinum kalt og vann gameið. Hóast Kontaveit vann eitt game aftrat, so noyddi Wozniacki hana út í ein tie-break, ið hon vann 7-3.

Í síðsta setti hevði Wozniacki veruliga funnið formin aftur, og hon gjørdi skjótt av og vann settið við úrslitinum 6-2.

Í morgin møtir Wozniacki amerikansku Coco Vandeweghe í áttandapartsfinaluni. Tann dysturin byrjar klokkan 12:45.