Stephen Cummings (Mynd: EPA)

Sterkur breti vann á fyrsta fjallinum

Ingi Samuelsen

08.07.2016 - 16:07

Ítróttur > Ítróttur > Súkkling

Í dag gjørdist tað aftur ein breti, sum kom fyrstur á mál í Tour de France-súkklukappingini. Í dag var tað liðfelagin hjá Mark Cavendish á Dimension Data-liðnum, Stephen Cummings, sum varð fyrstur á mál.

Túrurin í dag var tann fyrsti veruligi fjallatúrurin, har kenda fjallið Col d’Aspin skuldi basast. Og her kundi ongin fylgja Stephen Cummings, sum rýmdi frá øllum beint áðrenn brekkan niðan í Pýrineafjøll byrjaði.

Við sigrinum í dag hava súkklarar frá Dimension Data-liðnum vunnið fýra av teimum fyrstu sjey teinunum í ársins Tour de France.

Cummings er so mikið langt afturi í samlaðu støðuni, at sigurin hjá honum ikki hevði ávirkan á samlaðu støðuna. Hinvegin megnaði belgiarin Greg van Avermart at koma inn sum nummar 5 í dag, og vardi sostatt lættliga leiðsluna og harvið kappingina um at sleppa at súkkla í gulu leiðslutroyggjuni.