(Mynd: EPA)

Sterkur russi vann fyrsta Alpu-teinin

Ingi Samuelsen

20.07.2016 - 15:27

Ítróttur > Ítróttur > Súkkling

Ilnur Zakarin frá russiska Katusha-liðnum vann Tour de France teini úr Bern upp á Finhaut-Emosson í dag.

Talan var um tann fyrsta av fýra teinum uppi Alpunum, áðrenn stóra súkklukappingin endar á Champs Elysses í Paris sunnudagin.

26 ára gamli russin vísti seg at vera tann sterkasti av teimum súkklarunum, sum í dag fingu eina stóra leiðslu framman høvuðsbólkin.

Málið í dag var uppi í næstan 1700 metra hædd, og tá Zakalin setti ferðina upp stutt fyri mál, megnaði ongin at fylgja honum.

Næstur á mál var Jarlinson Pantano úr Kolumbia, sum súkklar fyri IAM-liðið, og nummar trý gjørdist pólski Rafal Majka, sum súkklar í prikkutu fjallatroyggjuni, og sum á túrinum í dag tryggjaði sær hópin av stigunum í kappingini um at vinna prikkutu troyggjuna í ársins útgávu av túrinum.

Hóast høvuðsbólkurin lá umleið átta minuttir aftan á teir fyrstu á mál, so gjørdist kappingin her eisini spennandi, og her megnaði Chris Froome í gulu leiðslutroyggjuni at styrkja um sína støðu, millum annað við at vinna 25 sekund á Nairo Quintana úr Kolumbia, sum leingi hevur verið mettur at vera einasti, ið kundi hótta Froome.

Chris Froome liggur nú á fyrsta plássi tveir minuttir og 27 sekund framman fyri Bauke Mollema úr Hollandi og 2:53 framman fyri Adam Yates úr Onglandi. Quintana er á fjórða plássi 3:27 eftir Froome.