Stevnudansur á Eystanstevnu



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

06.06.2018 - 07:46

Mentan > Mentan > Stevnur & festivalar

Á Eystanstevnuni verður góður dansur í Skótahúsinum við Løkin við sera vælumtókta bólkinum Punjab.

Punjab varð stovnaður í 2012 og byrjaði í grundini sum eitt skúlaorkestur, tá limirnir í bólkinum, Árni Johannesson (sang, guitar), Matthias Kjølbro (saxofon), Tórður Dam Jacobsen (trummur), Kristian Pauli Ellefsen (keyboards), Kári Ellingsgaard (bass) og Robert Bjarnason (guitar) gingu í sama flokki.

Í 2015 gav Punjab sína fyrstu útgávu út, The Flying Elephant. Útgávan og bólkurin fingu serstakliga góða móttøku, og til Faroese Music Awards 2016 fekk Punjab ikki færri enn fimm tilnevningar: Besti nýggi einstaklingur/bólkur, Besti bólkur, Besta útgáva (The flying elephant), og heili tveir sangir fingu tilnevning til besta sang, Hairy Woman og Run to You. Sum dansibólkur spælir Punjab eisini kendar klassikarar úr øllum heiminum, sum við serliga ljóðinum frá bólkinum fáa heilt nýtt lív.

Punjab er væl samanspældur og spælir eina ómetaliga spennandi blanding av alternativum funk rock tónleiki við íblástri úr jazz. Hendan samanrenning skapar sera spennandi og orkufyltan tónleik, og saman við livandi og lívsglaðum ungum monnum á pallinum, er dansigólvið ongantíð tómt. Hetta slag av tónleiki finst ikki í nøkrum øðrum bólkum í Føroyum, og tí eru fyrireikarnir sera glaðir fyri at kunna bjóða eina so forkunnuga uppliving live í Skótahúsinum við Løkin til Eystanstevnuna 2018.

Tað er áhugabólkurin fyri Skótahúsinum við Løkin, ið skipar fyri dansinum, og kemur eisini at hava okkurt etandi til keyps. Atgongumerkir á kr. 150,- verða einans seld við dyrnar á kvøldinum. Avmarkað atgongd.

Skrá fyri Eystanstevnuna verður borðin í hvørt hús í Eysturoy í næstum og verður eisini at finna á www.visitrunavik.fo.