Sámal á Tjaldrafløtti Olsen og hinir úr Team Klaksvík skulu royna at basa næstbesta liðnum hjá hoyvíkingum í Klaksvík í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Steypadystur í Klaksvík í kvøld

Agnar Frederiksen

27.01.2018 - 15:57

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

2.umfar í bólkaspælinum í Faxe Kondi kappingini er á skránni hetta vikuskifti. Flestu dystirnir verða í morgin, men ein dystur verður leiktur í kvøld. Tað er Team Klaksvík, ið tekur ímóti H71 2 í bólki 1.

Bæði liðini taptu í fyrsta umfarinum, so um liðini skulu gera sær vónar um at koma víðari, so skal dysturin í kvøld vinnast. Neistin og Kyndil vunnu tryggar sigrar á hesum báðum liðunum seinasta vikuskifti, og grannarnir hittast í Høllini á Hálsi í morgin.

Team Klaksvík er favorittur til dystin í kvøld, sum verður bríkslaður í gongd kl.18.00 í Badmintonhøllini í Klaksvík.