H71 og KÍF hittast í Hoyvík í kvøld í fyrsta umfari í steypakappingin (Mynd: Jóanis Albert Nielsen - jn.fo)

Steypakappingin hjá monnum fer í gongd í kvøld

Agnar Frederiksen

20.01.2018 - 15:31

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Tað er nú steðgur í landskappingini hjá bæði kvinnum og monnum. Næstu vikurnar snýr tað seg um steypakapping; sonevndu Faxe Kondi-kappingarnar 

Fyrsti dystur hjá kvinnunum varð leiktur mikukvøldið, tá Neistin vann heili 44-9 á næstbesta liðnum hjá VÍF. Í morgin verða tríggir dystir leiktir hjá kvinnunum.

Í kvøld eru so tveir dystir hjá monnum. Ein dystur í bólki 1 og ein dystur í bólki 2 eru á skránni. Oddaliðið í  FTZ-deildini, Neistin, tekur í Høllini á Hálsi ímoti Team Klaksvík. Seinast liðini hittust í landskappingini vr talan um javnan dyst, har Neistin tó dró longra stráðið, og vann við trimum málum. Neistin má metast at vera størsti favoritturin at fara víðari til hálvfinalurnar úr bólkinum. Hini bæði liðini í bólki 1 eru Kyndil og H71 2.

Í bólki 2 bresta hoyvíkingar og kollfirðingar saman í Hoyvík. Lagt er upp til eina spennandi uppgerð í fyrsta dystinum í hesum bólkinum. Hetta má metast at fara at verða ein tættur bólkur, har VÍF og STÍF eru hini liðini í bólkinum. KÍF basti H71 í Kollafirði seinast í november, men tíðliga í kappingini vann H71 á kollfirðingum í Hoyvík.

Báðir dystirnir í kvøld byrja klokkan 18.