(Mynd: sjovarkommuna.fo)

StÍF 75 ára stovningardag í gjár



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

12.10.2017 - 11:23

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Í gjár vóru 75 ár liðin síðan Stranda Ítróttarfelag, StÍF, varð stovnað.

Stovnandi aðalfundurin í felagnum var í dansistovuni á Strondum 11. oktober 1942. Í fyrstu nevndini í felagnum sótu Carl Andreasen, ið var formaður, Carl Olsen, næstformaður, og Hans Jacob Simonsen kassameistari.

Á stovnandi aðalfundinum í felagnum varð samtykt at fara undir at gera ein fótbóltsvøll, og álagt var øllum limum sum plikt, at arbeiða 30 tímar um vikuna upp á vøllin. Konufólk vóru tó undantikin.

StÍF spældi fyrsta landskappingardyst í hondbólti 30. mai 1943 á Strondum. Tað var móti einum liði hjá Havnar Fimleikarfelag. Dysturin endaði við javnleiki, 5-5. Felagið fekk góða byrjan í hondbóltskappingini, og gjørdist føroyameistari í 1943, 1944 og 1945. Í 1946 og 1947 vóru eingi lið at spæla ímóti, og hondbólturin datt tí meir og minni niðurfyri.

Strandingar komu ikki at luttaka aftur í landskappingini fyrr enn í 1958, og hava luttikið í landskappingini á hvørjum ári síðani, uttan í 1973.

Fyrst í 1960'unum fingu menn so stóran áhuga fyri kappróðri, og úrslitið var, at strandingar heittu á Niclas í Koltri um at byggja eitt áttamannafar til kappróður.
Hetta játtaði hann, og kom báturin, ið fekk navnið, Strandigurin, til bygdina í 1963, sama ár sum línubáturin Srandingur var bygdur.
Tey fyrstu árini Strandingur róði, gekk væl; vanliga sum nr. 2 ella 3, tó megnaði teir ongantíð at føra sigur heim.

StÍF hevur eisini havt flogbólt á skránni, men er hetta dottið niðurfyri. Nú er tað hondbólturin, sum felagið arbeiðir við.

Kelda: stif.fo