StÍF fær málverja úr Danmark

Ingi Samuelsen

29.07.2017 - 09:29

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Hondbóltsfelagið StÍF á Strondum/Skála hevur gjørt sáttmála við ungan málverja úr Danmark.

Joakim Jürs er 20 ára gamal og kemur frá felagnumKøge Håndbold, sum spælir í donsku aðru deild..

Við Dagbladet Køge sigur hann:

- Hetta er ein góður møguleiki hjá mær at menna meg, at eg bert skal hugsa um hondbólt og so fáa eina rúgvu av royndum. Eg havi gjørt sáttmála í eitt ár fyri ”at kekka tað av”, og so fáa vit at síggja, um tað er nakað eg skal halda fram við. Dreymurin er at kunna liva av at spæla hondbólt.

Seinasta árið hevur ungi Joakim Jürs staðið í skugganum av fyrsta málverja hjá Køge, Ken Berkowitz, skrivar Dagbladet Køge.