StÍF og Kyndil blivu teir seinnu hondbóltsfinalistarnir

Niels Petersen

12.02.2017 - 21:07

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur
StÍF vísti í fyrra dystinum, at tað væl kundi fara at gerast talan um eitt sera spennandi stríð móti neistamonnum um finalusessin. Og tað var eisini júst tað sum tað bleiv. Avgerðin fall ikki fyrr enn bara 30 sekund manglaðu av dystinum. Tá var tað StÍF sum fekk lagt seg tvey mál frammanfyri Neistan í samlaða úrslitinum, og fleiri mál komu ikki í dystinum. Sostatt vann StÍF seg í steypafinaluna.

Sigurin hjá strandingum var 31-25 í kvøld, og hálvleiksstøðan var 15-10. Og hóast tað ljóðar nógv, so var samlaði munurin ikki so stórur.

Neistin vann fyrru hálvfinaluna 28-24 í Havnini, og fyri at venda øllum, mátti StÍF veruliga gera bart í kvøld. Tað gjørdu teir.

StÍF vann við seks málum í kvøld, og samanlagt 55-53.

VÍF reisti seg, men tað var ov seint
Kyndil vann seg, sum væntað í steypafinaluna hjá kvinnum. Eftir eina leiðslu á heili 10 mál, og fyrimun av heimavølli í seinnu hálvfinaluni, mátti Kyndil metast sum greiðasti favoritturin av øllum hálvfinalistunum.

Kyndilskvinnur vunnu eisini í kvøld, men tað var sera stórur munur á innsatsinum hjá VÍF í dystinum í kvøld og so tí innssatsinum sum vestmannakvinnur vístu í heimadystinum í Vestmanna. Hesaferð fingu kyndilskvinnur ongan lættan dyst.

Tá alt kom til stykkis vann Kyndil við einum máli í kvøld, 23-22, eftir at VÍF var á odda 11-12 í hálvleikinum.