Sveinur Justinusen gekk á odda fyri STÍF við níggju málum í Kolalfirði í kvøld. (Mynd: Jens Kr. Vang/Savnsmynd)

STÍF vann í Kollafirði

Agnar Frederiksen

04.10.2017 - 21:05

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

STÍF vann í kvøld á KÍF í høllini í Kollafirði. Í hálvleikinum var 16-13 til útiliðið, og STÍF var á odda so at siga allan dystin. Men tá tíggju minuttir vóru eftir, kom KÍF uppá 25-25, og so kundi dysturin av álvara fara báðar vegir. Men STÍF fekk leiðsluna aftur, og helt henni restina av dystinum.

Tað endaði við, at STÍF vann 31-29, og harvið eru strandingar komnir uppá fýra stig. KÍF hevur einki stig fingið í trimum teimum fyrstu dystunum.

Í morgin kl.20.00 hittast VÍF og Kyndil í Vestmanna.


KÍF - STÍF 29-31(13-16)

Toppskjúttar: Poul Finnur Egholm(KÍF) 8 mál, Sveinur Justinussen(STÍF) 9 mál