Arrestin í Mjørkadali.

Stjóri fyri arrestina: - Trygdin í arrestini er ikki vánalig

Redaktion

20.04.2017 - 14:22

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Annað

- Trygdin í arrestini í Mjørkadali er ikki vánalig. Hon er so góð, sum hon nú kann vera. Tað er sera sjáldan hent, at nakar hevur megnað at taka til rýmingar. Tað hendi so í gjár, men tíbetur er persónurin fangaður aftur.

Hetta slær Martin Gravesen, stjóri fyri arrestina í Mjørkadali, fast í samrøðu við Kringvarpið í dag í sambandi við, at ein fangi í gjár megnaði at sleppa til rýmingar.

Fangin, sum er dømdur at sita í fongsli í hálvtsætta ár, fór út við skrelli, og var tað tá, at hann slapp sær til rýmingar. Hann varð funnin aftur í einum fjósi í Kalbak í morgun.

Martin Gravesen vísir í hesum sambandi á, at ein ikki kann tryggja seg 100% ímóti, at fangar í Mjørkadali ikki sleppar til rýmingar, av tí at vit einans hava eina arrest og ikki eitt fongsul í Mjørkadali, men at trygdin í Mjørkadali tó er so góð, sum hon kann vera eftir umstøðunum.

37 ára gamli maðurin, sum flýddi úr Mjørkadali í gjár, er komin til Føroya sum partur av fyrireikingunum til, at hann skal útslúsast úr fongslinum í Danmark.

Les eisini: Coloplast-ránsmaðurin flýggjaði

Les eisini: Rýmdi fangin svav í einum fjósi í nátt