Ivan Vindheim, fíggjarstjóri í Marine Harvest Group. Mynd: Jógvan H. Gardar

Stjóri í Marine Harvest: Vit eiga ikki at ala laks á landi

Jógvan Hugo Gardar

04.06.2015 - 13:15

>

Alitjóðirnar sum í dag framleiða allan laksin til heimsmarknaðin hava eitt til felags, og tað er atgongd til sjógv og firðir. Noreg framleiðir í dag umleið 55 prosent av øllum aldum laksi í heiminum, meðan Kili sum næststørsti framleiðari framleiðir 25 prosent. Bæði londini hava rúmliga atgongd til havið. Serliga umhvørvisfelagsskapir krevja at alingin á sjónum skal steðgast, og heldur at flyta hana uppá land, tí so er lættari at tryggja at alivinnan ikki ávirkar umhvørvið við sjúku og lús.

Hesum er fíggjarstjórin í Marine Harvest Group, Ivan Vindheim, ikki samdur í. Hann vísir hinvegin á at tað er skeivt at taka pláss á landi, har ein longu manglar nokk av jørð til at dyrka búnðarvørur, samstundis sum alingin bara brúkar ein evarska lítlan part av havinum til aling.

- Vit í Noregi eiga sum tjóð ikki at stuðla upp undir at flyta aling av laksi uppá land. Tí tann dagin landaling er meir lønandi enn at ala til havs, so koma tey at framleiva laksin nærri teimum stóru marknaðunum - og teir liggja ikki í Noregi. Vit missa rætt og slætt tann fyrimunin vit hava í dag, sigur Ivan Vindheim í samrøðu við E24.

Hvørki í Noregi ella í Føroyum finnast í dag alibrúk á landi sum framleiva laks. Vindheim nevnir at tað er óheppi at norska stjórnin í sínum hugsanum um framtíðar alingina hava ætlanir um at bjóða teimum sum vilja ala á landi økir ókeypis, samstundis sum aliloyvir á sjónum kosta milliónir.

Talknúsarin hjá Marine Harvest Group sigur at í dag hevur sjógvalingin ein stóran fyrimun í kostnaðinumn, tí landaling kostar minst 6,50 meir fyri kilo av framleiddum laksi, enn tað kostar at ala á sjónum.

- Tað er av stórum týdningi at vit tryggja okkara fyrimunir, tí tann dagin aling á landi er kappingarfør við sjógvalingina, so verða alibrúkini flutt til Kina og aðrastaðni har stóru marknaðirnir eru, sigur Vindheim.