Shaun White (mynd: EPA)

Stjørnan á snjófjøl vann OL-gull á triðja sinni

Ingi Samuelsen

14.02.2018 - 08:16

Ítróttur > Ítróttur > Vetrarítróttur

Amerikanarin Shaun White vann í nátt olympisku kappingina í snjófjøl í ’halfpipe’, og tryggjaði sostatt USA gullheiðursmerki nummar 100 í vetrarolympisku søguni.

Shaun White er ein stór stjørna innan ítróttina, og hetta var triða ferðin, at hann vann olympisku kappingina innan hesa greinina.

Stórt trýst lá á Shaun White áðrenn triðju og seinastu royndina í Phoenix Snow Park í PyeongChang. Men hann ók lýtaleyst, og sendi sostatt Ayumu Hirano niður á annað pláss.

White legði seg á odda í kappingini við 94,25 stigum í fyrstu royndini, men kom í trupulleikar, tá Hirano skoraði 95,25 stig í øðrum umfari.

Tað var framvegis hægsta stigatal undan triðju og seinastu royndini hjá Shaun White í hálvrørinum. Men maðurin, sum eisini verður kallaður ”Flying Tomato” hevði goymt tað besta til síðst.

Hann fekk 97,75 stig, og vann gullið framman fyri Hirato, meðan Scotty James úr Avstralia fekk bronsu.

31 ára gamli White hevur í fleiri ár verið størsta navnið innan hesa ítrótt. Hann vann OL gull á fyrsta sinna í 2006 og vardil olympiska heitið fýr ár seinni. Kappingin í Sochi í 2014 gjørdist tó eitt stórt vónbrot fyri hann, tá hann gjørdist fjórðbestur.

Støðan í OL-kappingini er framvegis tann, at Týskland hevur vunnið flest kappingar. Týskland hevur 5 gull, 2 silvur og 2 bronsumerki, síðan koma Holland við 4 gull, 4 silvur og 2 bronsu og USA við 4 gull, 1 silvur og 2 bronsumerkjum.

Noreg er nummar fýra við 3 gull, 5 silvur og 3 bronsuheiðursmerkjum. Svøríki er nummar 7 við 2 gull og 1 silvurmerki og Finnland er nr. 18 við 2 bronsumerkjum.




beint nú